Eitt hátrýst nærindis Føroyum gevur kølið og støðugt veður.
Hann snarar vindin í ein sunnan og øtlar upp í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig. Í kvøld og í nátt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, turt og lutvís klárt og hitin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Um náttina lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, turt og lutvíst klárt og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av eystri, sum út á náttina makar nakað. Yvirhøvur skýggjað og turt og hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 5 hitastig.
Týsdagin verður alt døgnið eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin alt døgnið millum frostmarkið og 5 hitastig.
Mikudagin øtlar hann vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Fyrst turt og yvirhøvur skýggjað, men út á náttina regn av útsynningi. Hitin um dagin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina millum 3 hitastig og 7 hitastig.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin øtlar upp í hvassan vind upp í skrið, 15 til 20 m/s. SKýggjað og stundum regn og hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.