Veðurvánirnar fyri komandi dagarnar eru ikki eins góðar, og tær hava verið. Um veðrið í dag sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur í Miðlahúsinum, at tað verður gul til stívt andøvsgul av norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin verður millum 9 og 12 stig.
Í morgin verður stívt andøvsgul av norði. Seinnapartin verður minni vindur av útnyrðingi, og tað verður yvirhøvur turt og sólglottar, og hitin verður millum 9 og 12 stig.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini hjá Petur Skeel Jacobsen.