Turt og sólarglottar í morgin

Danska veðurstovan DMI væntar nakað av ælingi í dag, turt og sólarglottar í morgin, og síðani aftur regn komandi dagarnar.

Óstøðug luft við ælaveðri streymar yvir Føroyar úr vestri. 2. hvítusunnudag fer ein hátrýstryggur at kyrra veðrið eina stund, áðrenn ælaveður aftur floymir yvir oyggjarnar. Seint mikudagin væntast eitt lágtrýst at flyta seg í ein landnyrðing tætt framvið Føroyum og seinni í vikuni nærkast eitt nýtt brúgvalag úr vestri.

 

Veðurvánirnar hvítusunnudag

Andøvsgul upp í eitt stívt andøvsgul, fyrrapartin í støðum upp í strúk í vindi av útsynningi og vestri. Skiftandi samdrigin luft við ælingi, og hitin um sjey stig. Sunnukvøldið og mánanáttina eitt lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 2 til 7 metrar um sekundið. Sum frá líður turt og tað klárar í og hitin millm trý og átta stig.

 

2. hvítusunnudag

Eitt lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og sólarglottar og hitin millum sjey og ellivu stig. Um kvøldið veksur hann vindin og náttina verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av vestri, 8 til 13 metrar um sekunið. skýggjað og okkurt æli og hitin millum fimm og átta stig.

 

Týsdagin

Eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Tað klárar í við samdrignum veðri og onkrum æli. Hitin millum sjey og tíggju stig. Um náttina makar hann vindin niður í eitt gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skýggjað og ælaveður. Hitin millum fimm og átta stig.

 

Mikudagin

Eitt gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum seinnapartin minkar niður í eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli. Hitin millum sjey og tíggju stig. Um kvøldið eitt gul til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 metrar um sekundð, om náttina yvirhøvur av norði. Skýggjað og regn av og á og hitin millum fýra og sjey stig.

 

Hósdagin

Eitt lot til andøvsgul av norði, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og um frá líður regn. Hitin millum fimm og átta stig.

 

Fríggjadagin

Eitt lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum fimm og tíggju stig.