Fleiri lágtrýst fara norðureftir móti Íslandi og Grønlandsfjørðinum og brúgvaløg haðani við regni og mildari luft koma stundum inn yvir Føroyar av suðri.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin fer í ein sunnan og landsynning og veksur vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, um náttina strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Fyrst turt og eitt skifti sól, annars skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 10 stig.
Í morgin
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum um náttina makar vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum makar í lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, undir 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina lot til andøvsgul, fyri tað mesta av suðri, undir 8 m/s. Fyrst turt, sum frá líður skýggjað og eitt skifti regn ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, sum veksur í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum um náttina minkar í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og út á dagin regn. Móti morgni klárar í, tó okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, seinni av suðri og hann veksur vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men seinni skýggjað og regn. Hitin millum 3 og 8 stig.