Eitt lágtrýst liggur í Grønlandsfjørðinum eystan fyri Kappan og eitt tilhoyrandi brúgvalag nærkast Føroyum í dag. Í morgin flytir eitt lágtrýst vestan fyri Írland seg í ein norðan og útnyrðing móti Íslandi og tann tilhoyrandi kuldabrúgvin fer framvið hósdagin. Leygardagin fer enn eitt lágtrýst móti Íslandi og tað tilhoyrandi brúgvalagið kemur inn yvir Føroyar.
Í dag
Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Um náttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og út á náttina regn í støðum. Hitin millum 10 og 12 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, seinnapartin snarar hann í ein útsynning, 5 til 10 m/s, í løtum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Skýggjað og regn fyri tað mesta. Hitin millum 9 og 12 stig. Út á náttina snarar hann í ein vestan, makar og klárar í.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av vestri, seinni suðri, 3 til 8 m/s. Fyrst skýggjað, men síðani klárar hann í og onkur sólglotti verður. Hitin um dagin 10 stig, um náttina millum 6 og 10 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, seinni landsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin um 10 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, um kvøldið lækkar hann í ein sunnan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn, men út á náttina slítur í. Hitin millum 9 og 13 stig.
Sunnudagin
Strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s, men út á dagin makar hann vindin og um náttina lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æl. Hitin millum 9 og 13 stig.