Eitt hátrýst yvir Skandinavia liggur mest sum í stað alla vikuna og turr luft streymar inn yvir Føroyar av ladnsynning og suðri. Seinni í vikuni nærkast brúgvaløg av suðri.
Í dag verður lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Tað klárar í og sólin sær. Í nátt verður turt og sum frá líður skýggjað. Hitin millum 8 og 12 stig.
Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Turt og í løtum sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Turt og fyri tað mesta skýggjað, um náttina fyri tað mesta skýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin millum 7 og 10 stig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Turt og fyri tað mesta skýggjað. Hitin millum 7 og 10 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin snarar í ein landsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og regn av og á. Hitin millum 6 og 10 stig.
Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, út á náttina upp í makar hann niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað, regn og ælaveður, men um náttina slítur í. Hitin um 8 stig.