Veðrið hevur verið fínt seinastu dagarnar, og tað merkist av álvara, at várið er á veg. Tað er í øllum førum stórur munur á nú og veðrinum fyri einari viku síðani, tá illveður herjaði um alt landið. Vit kunnu vænta turt veður komandi dagarnar, og hitin heldur sær væl yvir frostmarkinum.
Veðrið í dag:
Andøvsgul upp í ein strúk úr landnyrðingi og eystri. Yvirhøvur turt og skýggjað, men eisini stundum sól. Í nátt verður væntanti klárt í veðrinum.
Fríggjadagin
Um morgunin verður væntandi nakað av sól. Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum minkar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt, men nakrir sólglottar at hóma. Hitin millum 6 og 8 stig. Um náttina skýggja og 5 stig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið veksur í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æli. Hitin alt samdøgrið um 5 stig.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
(Mynd: Hiking.fo)