Turt og mjørki í støðum

Eitt hátrýst eystan fyri Føroyar sendir lýggja luft inn av suðri og landsynningi. Seinni í vikuni fer hátrýstið í ein norðan og útnyrðing, og eitt rættiliga djúpt lágtrýst fer inn yvir bretsku oyggjarnar. Hetta gevur ein streym av turrari, men kaldari luft av eystri og landnyrðingi.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Út á dagin klárar í og onkrir sólglottar. Hitin millum 12 og 17 stig, um náttina um 12 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar, men mjørki í støðum og hitin millum 12 og 17 stig. Um náttina eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Skýggjað, men fyri tað mesta turt og hitin um 10 stig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, seinni av landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta skýggjað, men turt, tó mjørki í støðum. Hitin um dagin millum 12 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 12 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, seinni gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av eystri og landnyrðingi. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 12 og 15 stig, um náttina um 10 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 10 m/s. Samdrigið og møguliga okkurt ælið. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina um 10 stig.