Tað man bila minni, nú øll sitiplássini kortini eru mest sum undir taki, men sambært øllum veðurstovunum í grannalondum okkara, verður turt í Havn, meðan landsdystur er.
Tað er klokkan 19.45 í kvøld, at Føroyar og Malta bresta saman á Tórsvølli í fyrsta umfari í Nations League kappingini. Hini bæði liðini í bólkinum eru Aserbadjan og Kosovo.
Tær báðar norsku veðurtænasturnar, Yr og Storm, eru samdar um, at tað verður samdrigið og turt, 8 m/s av landnyrðingi og um 11 hitastig.
Íslendska Belgingur sigur nakað tað sama. 4 m/s av landnyrðingi, 10 hitastig, samdrigið og turt.
Og danska DMI gevur heldur onga orsøk at óttast at blíva vátur. 6 m/s av landnyrðingi, seinni norðri, um 10 hitastig, samdrigið og turt.