Eitt hitabrúgvalag yvir Føroyum flytir seg víðari í ein eystan. Sìðani fer eitt hátrýst yvir bretsku oyggjunum, saman við einum tilhoyrandi hátrýstsryggi, gera veðrið í Føroyum støðugari. Hátrýstið flytir seg spakuliga í ein eystan og hósdagin kemur eitt brúgvalag inn yvir Føroyar úr vestri.
Sunnudagin verður eitt andøvsgul upp í eitt stívt andøvsgul av vestri, 7 til 10 metrar um sekundið, Turt og sólin sær. Um náttina verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og yvirhøvur skýggjað og hitin millum 9 og 12 stig.
Mánadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum minkar og verður til eitt lot til andøvsgul av útsynningi og seinni suðri, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og támut, men kanska sær sólin og hitin um 10 stig.
Týsdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og támut, men kanska sær sólin. Hitin um 10 stig.
Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av suðri landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og kanska sær sólin. Hitin millum 10 og 13 stig.
Hósdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum makar niður í ett gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og sum frá líður regn og hitin um 10 stig.
Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar upp í eitt anødvsgul upp í ein strúk , 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, men út á dagin slítur í. Hitin millum 10 og 13 stig.