Um vikuskiftið mennist eitt sterkt lágtrýst yvir Skandinavia og turrari og klárari luft streymar sum frá líður inn yvir Føroyar av suðri og landsynningi. Samstundis fara rættiliga djúp lágtrýst at ferðast norður móti Grønlandsfjørðinum av suðri, men brúgvaløgini haðani náa ikki til Føroya.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. Turt og í støðum sær sólin. Hitin millum 7 og 11 stig. Í nátt klárt og hitin millum 6 og 9 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 7 og 9 stig. Um náttina lot til andøvsgul av suðri, 3 til 7 m/s, yvirhøvur klárt og hitin millum 4 og 8 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 7 m/s, sum frá líður øtlar hann í gul til stívt andøvsgul, 4 til 9 m/s. Turt og stundum sólglottar og hitin millum 7 og 9 stig. Um náttina yvirhøvur skýggjað og hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av eystri, 4 til 8 m/s, seinni landnyrðingi. Yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin um dagin millum 6 og 8 stig, um náttina millum 3 og 5 stig.
Mikudagin
Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 3 til 7 m/s, sum minkar í eitt lítið lot, undir 6 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum sirm. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 3 og 7 stig.
Hósdagin
Lot til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 3 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.