Petur Skeel, veðurfrøðingur, sigur, at sambært veðurkortunum kunnu vit vænta turrveður til og við fríggjadagin. Mikudagin seinnapartin fer hann tó at vaksa um vindin upp í hvassan vind av útsynningi, og tá kunnu vit eisini vænta regn. Hósdagin veksur hann vindin upp í skrið og fríggjadagin kunnu vit vænta storm av útsynningi.
Hitin er ójavnur; seks til níggju stig týsdagin og tíggju til trettan stig mikudagin, men so einans fýra til átta stig restina av vikuni.
Týsnáttina fór eitt lagtrýst 995 hPa. í Grønlandsfjørðinum í ein landnyrðing og gryntist. Mikunáttina kemur ein veikur hátrýstryggur sunnanfyri Ísland hendavegin.
Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir veðurtíðindunum.