Turt men kalt

Eitt hátrýst yvir Íslandi fer í ein eystan og fer mikudagin fram við Føroyum. Fríggjadagin fer eitt lágtrýst í ein landnyrðing fram við beint sunnan fyri Føroyar, og um vikuskiftið blæsir køld, men turr luft oman av norðri.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum makar nakað. Turt og sólglottar og hitin um 5 stig. Um náttina eitt lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, út á náttina lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og partvís klárt. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Hósdagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s, um náttina upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Sólglottar, men seinnapartin meiri ksýggjað av útsynningi. Hitin um 7 stig. Um náttina skýggjað og sum frá líður regn av suðri. Hitin millum 3 og 6 stig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað og møguliga regn, seinni samdrigið og okkurt ælið. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum um náttina makar nakað. Samdrigið og møguliga okkurt ælið. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig og um náttina millum 2 og 5 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, um náttina í støðum gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.

 

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 5 og 7 stig, um náttina millum 1 og 4 stig.