Turt gólv í Saltangará

Tað er lítil fiskur á marknaðinum í løtuni, og mánadagin og týsdagin vórðu bert smávegis nøgdir seldar um uppboðssøluna

Saltangará: Sjálvt um veðurlagið er heldur frægari aftur, er lítið fiskaarbeiði á fleiri virkjum kring landið.
Eitt av virkjunum, sum oftast plagar at hava nóg mikið av fiski, er Fiskavirking í Saltangará. Men har var turt gólv í gjár, og væntandi verður eisini turt gólv í dag.
Eingin landing var mánadagin og týsdagin, og á virkinum vistu tey ikki, nær tey fyrstu skipini koma innaftur at landa.
- Tað er lítil fiskur á marknaðinum í løtuni, og mánadagin og týsdagin vórðu bert smávegis nøgdir seldar um uppboðssøluna, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari.
Á Fiskavirking í Saltangará arbeiddu tey tó alla síðstu viku, og tey arbeiddu eisini mánadagin, tí nakað av fiski lá niðurfyri frá undanfarnu viku.
Smávegis ábøtur
- Í løtuni vita vit einki, men tað kann altíð okkurt stinga seg upp, og tað vóna vit, so steðgurin ikki verður ov langur, sigur virkisleiðarin.
Á fiskavirking í Saltangará verða smávegis ábøtur gjørdar, nú gólvini eru turr, og maskinurnar standa stillar.