Turt gólv í Sørvági

Eftir at hendan vikan byrjaði væl hjá landarunum í Sørvági, tá tríggir trolarar landaðu mánadagin og týsdagin, er nú líkt til, at næstu dagarnir verða slakir. Hendan vikan byrjaði væl hjá teimum, sum landa fyri Landingarmiðstøðina í Sørvági. Tríggir trolarar landaðu mánadagin og týsdagin, men síðan hevur mest at kalla verið turt gólv.

Mánadagin høvdu Vesturvarði og Vesturskin 160.000 pund tilsamans, og Vesturtúgva hevði umleið 105.000 pund. Vesturtúgva partrolar saman við Grønanesi, sum landaði í Vestmanna.

Vesturvarði og Vesturskin eru ikki farnir útaftur enn, tí okkurt smávegis verður gjørt við skipini. Teir hava heldur einki at skunda sær til, nú upsaveiðan er so vánalig, og fiskidagarnir byrja at ganga undan.

Úr Sørvági frættist annars, at fýra bátar vóru við snellu í gjár. Tað viðraði einki serligt, men veiðan var heldur einki at tosa um. Bátarnir høvdu eini 700 pund tilsamans.

Á Landingarmiðstøðini Í Sørvági verður ikki roknað við nakrari størri landing aftur fyrr enn einaferð í næstu viku.