Turt alt vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI væntar gott veður í Føroyum um vikuskiftið, turt og nærum eingin vindur.

Eitt hágtrýst veksur yvir Føroyum og veðrið gerst støðugt. Um vikuskiftið dýpist eitt lágtrýst í ein útsynningi úr Føroyum og sum frá líður blæsir turr luft yvir Frøoyar úr eystri.

 

Udsigt der gælder til lørdag morgen:
Veðurvánirnar dýra biðidag.

Tað verður eitt lítið lot av ymsums ættum, undir 5 metrar um sekundið. Turt veður og nakað av sól og hitin millum 2 og 5 stig. Leygarnáttina verðure enn turt og yvirhøvur klárt. Hitin niður móti frostmarkinum, og eitt lítið lot úr útsynningi og suðri, undir 5 metrar um sekundið.

 

Leygardagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og nakað av sólk og hitin upp í 5 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin og um náttina verður tað eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi úr eystri, 8 til 13 metrar um sekundið. Tað verður skýggjað, men enn turt og hitin millum 1 og 5 stig.

 

Sunnudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi úr eystri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað men yvirhøvur turt, og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mánadagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi úr eystri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað, og sum frá líður regn úr suðri. Hitin um 7 stig. Um náttina minkar hann vindin niður í eitt gul til stívt andøvsgul úr landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Sum frá líður turt, men enn framvegis skýggjað, og hitin millum 5 og 7 stig.

 

Týsdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og onkrir sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Um náttina eitt andøvsgul upp í eins strúk av vindi úr landnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av útsynningi. Hitin millum fimm og sjey stig.

 

Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av ymsum ættum, 8 til 13 metrar um sekundið. Mest skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í 2 stig.