Turrveður komandi dagarnar

Danska veðurstovan DMI er bjartskygd um veðurútlitini komandi dagarnar.

Ein hátrýstsryggur sunnanfyri gevur støðugt veður, áðrenn nýggj brúgvaløg um vikuskiftið koma yvir Føroyar úr suðri. Í næstu viku kemur ein kaldari streymur av landnyrðingi yvir Føroyar.

 

Fyrrapartin í dag skýggjað og mjørki, men seini klárar í, serliga yvir norðaru oyggjunum, meðan mjørkin møguliga verður liggjanda aðrastaðni. Hitin millum 10 og 15 stig. Eitt lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, sum um kvøldið snarar í ein landsynning. Um náttina veksur hann vindin til eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og klárt og hitin millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin veksur hann aftur um vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 metrar um sekundið, men minkar aftur sum náttin líður. Fyrst sólk, síðani skýggjað og um kvøldið regn av suðri. Hitin alt døgnið um 10 stig.

 

Sunnudagin minkar hann vindin og tað verður eitt gul til andøvsgul av landsynningi ella landnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn, men sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

 

Mánadagin verður eitt lot til andøvsgul av útnyrðingi, seinni norðan og landnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 9 og 12 stig, um náttina klárar hann í og hitin fellur niður í 7 stig.

 

Týsdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað, og í støðum regn av og á. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norði, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og skýggjað og hitin millum 7 og 10 stig.