Turrur fiskur selur betri enn nakrantíð í Grønlandi

Grønlendingar keypa alt meira fiskavørur í handli, og Royal Greenland setti í oktober met í sølu av fiskiavørum á heimamarknaðinum.

Sermitsiaq skrivar, at bara í oktober seldi Royal Greenland fiskavørur fyri fýra milliónir krónuri Grønlandi – og tað var fyri eina millión krónur meira enn somu tíð í fjør.

Malik Hegelund Olsen, sum er sølustjóri í Royal Greenland, sigur við Sermitsiaq, at ein høvuðsorsøk til vøksturin er, at grønlendingar keypa nógv meira av turrum fiski enn áður. 

Eisini hava matstovur og stórkøkar keypt meira grønlendskar fiskavørur til sína matgerð, og Royal Greenland roknar við, at vøksturin fer at halda fram, og at árið í ár verður tað besta nakrantíð á heimamarknaðinum.