Turrur brunnur útsetir ætlanir hjá Statoil

Turri brunnurin er eitt vónbrot fyri Statoil, sum nú umhugsar av nýggjum sína framtíð á føroyska landgrunninum

Turri brunnurin er eitt vónbrot fyri Statoil, sum nú umhugsar av nýggjum framtíð felagsins í føroyskum øki.

 

– Vit kenna váðan og fortreytirnar. Men tað er eingin loyna, at vit eru vónbrotin av úrslitinum, sigur Rúni M. Hansen, stjóri fyri virksemið hjá Statoil í Føroyum.

 

Í morgun boðaði felagið frá, at ongi kolvetni eru staðfest í Súla/Stelkur brunninum, har Statoil er fyristøðufelag.


Les eisini: Funnu heldur onga olju hesaferð

 

Súla/Statoil er seinasti brunnurin, sum Statoil hevur bundið seg til at bora á føroyska landgrunninum. Felagið hevur tvey onnur loyvi í føroyskum øki, sum tó ongar bindingar hava við sær.

 

– Nú fara vit at hyggja eftir teimum báðum loyvunum í ljósinum av teimum upplýsingum, ið vit hava fingið við royndarboringunum í ár, sigur Rúni M. Hansen.

 

Stjórin í Statoil ger tó beinanvegin greitt, at negativu úrslitini í ár, fyrst í Brugdan-2 og nú í Súla/Stelkur, hava ávirkan á virksemið hjá felagnum í føroyskum øki. Føroyska økið má nú av nýggjum samanberast við øll tey loyvi, sum Statoil hevur aðrastaðni kring heimin.  

 

– Í fjør boraði Statoil umleið 50 brunnar ymsastaðni í heiminum og vit funnu kolvetni í umleið helvtini at teimum. Sum felag hava vit sett okkum fyri at bora eitt ávíst tal av brunnum um árið, og føroyska økið skal tí alla tíðina metast upp ímóti øðrum loyvum, sigur Rúni M. Hansen.

 

Hóast kolvetni hvørki varð funnið í Brugdan-2 ella í Súla/Stelkur, so vil stjórin í Statoil tó ikki tekna eina ov dapra mynd av føroyskari oljuleiting:

 

– Tveir turrir brunnar merkja ikki enda á oljuleiting í føroyskum øki. Men tilgongdin gerst við hesum úrslitunum væl longri. Fyri Statoil merkir tað í besta føri, at tað ganga nøkur áðrenn vit aftur seta borin í føroyska landgrunnin, sigur Rúni M. Hansen.

 

Statoil er fyristøðufelag og eigur 40% av loyvinum á Súla/Stelkur. DONG og OMV eiga hvør síni 30% av loyvinum.

 

Tær tvær royndarboringarnar á føroyska landgrunninum í ár verða mettar at hava kostað oljufeløgunum okkurt um 1,5 milliard krónur.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra eina samrøðu við Rúna M. Hansen.