-Verður eingin olja funnin, so fær tað sjálvandi eina negativa ávirkan segði Rúni Hansen, stjóri í Statoil við Rás 2 nú um dagarnar uppá fyrispurning, hvat hendir, um Williambrunnurin, sum verður boraður í løtuni, verður turrur.
Hann leggur tó dent á, at ein negativur brunnur er neyðturviliga ikki bara negativur sum so, tí tað eru nógv jarðfrøðilig viðurskifti oljufeløg og myndugleikar eru áhugað í at síggja í eitt nú Williambrunninum.
-Sum heild vil eg tó siga, at ein turrur brunnur hevur negativa ávirkan.
-Statoil er partur av Rosebankoljukelduni hinumegin markið, har tríggir metingarbrunnar vórðu boraðir fyrr í ár. Hvørji eru útlitini her?
-Eg kann ikki siga tað endaliga nú, men vit hava borað ein leitibrunn og síðani tríggjar metingarbrunnar, og úrslitið av hesum er, at vit halda, at hetta er nakað at fara víðari eftir. Vit fara so at bora nakrar metingarbrunnar aftrat í 2008, og tá verður so endalig støða tikin til eina útbygging. Men vit eru komin væl nærri hesi avgerð eftir teir tríggjar metingarbrunnarnar í ár enn áðrenn.