Herfyri fekk ferðamannaskipið Ternan ísetta bjargingarútgerð, ið hevur við sær, at fólk kunnu koma turskødd av skipinum, skuldi verið neyðugt at nýtt rýmingarvegirnar í skundi.
Hetta er nýggj og framkomin útgerð og í fjølmiðlum sóust millum onnur stjórarnir á Strandferðsluni royna útgerðina við góðum úrsliti.
Smyril hevur hea vikuna avlýst dupult túrar til Suðuroyar, tí útgerðin verður nú sett í umborð á Smyrli.
Útgerðin gongur undir heitinum turrskødd bjarging. Smyril lá mikudagin á Havnini og arbeitt varð við at seta upp útgerðina.
Kostnaðarmikið
Á Smyrli sæst, at ovarliga á skipinum er útgerðin sett niður á slætt, við kassa um.
Magnus Magnussen á Strandferðsluni sigur, at talan er um somu útgerð, sum umborð á Ternuni, bert annað merki.
Tvær hosur eru á hvørjari síðu av skipinum. 4 bátar eru á hvørjari síðu. Fólk verða so leidd upp, har útgerðin er. Síðani verða hosurnar skotnar út, so fólk kunnu fara ígjøgnum tær niður í bjargingarbátarnar, sum liggja og bíða, tveir og tveir. Ein við hosuna og annar beint uttanfyri. 430 fólk kunnu fara á hvørjari síðu av Smyrli.
' Hetta er kostnaðarmikil útgerð. Útgerðin umborð á Smyrli kostar eini 4 miliónir. Tá er ein bátur eisini við. Talan er um trygdarkrøv til ferjur, ið taka bilar, so útgerðin verður sett í Ternuna, Smyril, Sam og Dúgvuna. Í alt kostar hetta eini 10 milliónir krónur.
Ætlandi verður útgerðin umborð á Smyrli roynd leygardagin.









