At eitt gamalt fiskifar kemur á Havnina er vanligt. Men hetta er serstakt. Skipið eitur Bergvåg og hoyrir til norska felagsskapin »Alle kan bli rusfri«. Bergvåg kemur á Havnina seinnapartin týsdagin 8. juli. Skipið fer at liggja við Bursatanga beint við atløguplássið hjá Ternuni.
Tað ber til at gerast rúsfríur, er høvuðsboðskapurin hjá teimum, ið hava ført umbygda fiskifarið til Føroya. Skipari og manningin, ið telur 13, eru øll turrlagdir alkoholikarar og fyrrverandi rúsevnamisnýtarar. Einasti, ið ongantið hevur verið bundin av nøkrum, er skipshundurin.
Allir føroyingar eru vælkomnir umborð á Bergvåg; bæði at skoða skipið og práta við skipara og manning um arbeiði teirra í Noregi. Skipari á ferðini úr Stavanger til Tórshavnar er Øivind Arntzen.
- Tað er ein dreingjadreymur, ið nú gongur út, sigur hann um ferðina til Føroya.
Í Noregi eru nógvir viðgerðarstovnar stongdir seinastu 15 árini. Tí eru norðmenninir við Bergvåg bergtiknir av Føroyum, ið bjóða ókeypis viðgerð á Heilbrigdi og Bláa Krossi. Gestirnir vóna eisini at hitta føroyingar, ið arbeiða við viðgerð ella eru í sjálvhjálparbólkum.
Bergvåg fer avstað aftur hósdagin.