Turrir brunnar og lágir oljuprísir

Alt bendir á, at áhugi ikki verður fyri okkara øki aftur, fyrrenn prísurin er farin nakað væl upp um 80 dollarar fyri tunnuna.

- Lági oljuprísurin ríður oljufeløgunum sum ein marra, og alt bendir á, at áhugi ikki verður fyri okkara øki aftur, fyrrenn prísurin er farin nakað væl upp um 80 dollarar fyri tunnuna.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá Runavíkar havn, har Tórbjørn Jacobsen er havnarmeistari.

 

- Síðani farið varð at royndarbora eftir olju og gassi í føroyskum havøki, hevur Runavíkar havn verið miðdepilin í hesum virksemi sum oljuútgerðarhavn. Pf. Atlantic Supply Base hevur sum felag tikið sær av hesum virksemi á havnarøkinum. Eftir níggju boringar ber til at staðfesta, at vit enn ikki hava funnið steinrunnin brennievni í so stórum nøgdum, at rakstur kann fáast í at taka hetta upp úr havbotninum.

 

Á sama hátt sum aðrar kommunur og havnir í landinum hevur Runavíkar kommuna og Runavíkar havn vitjað flestu oljumessur, sum annaðhvørt ár skifta millum Stavanger og Aberdeen, ið hava verið síðani oljuvirksemi tók seg upp í Føroyum og í føroyskum havøki.

 

- Eftir at níggjunda boringin varð liðug í fjør heyst, og brunnurin var turrur, tóktist tað sum, at nakað av stígi fór at koma í okkara havleið, og oljuprísurin á heimsmarknaðinum hesa seinastu tíðina hevur ikki vaksið um optimismuna.

 

Heimasíðan vísir á, at nógv virksemi er og verður eystan fyri føroyska fiskimarkið. Fleiri hava róð framundir, at hetta er ein møguleiki, sum eisini føroyingar eiga at gera sær dælt av.

 

- Siglingarleiðin á Runavík er styttri enn leiðin til Aberdeen av hetlendsku oljuleiðunum. Av hesi orsøk og fyri at partarnir áhaldandi skulu vita av hvørjum øðrum - eisini í mun til komandi boringar á føroyaøkinum - vóru borgarstjórin, Magnus Rasmussen og havnarmeistarin, Tórbjørn Jacobsen - í London í farnu viku, har teir í tveir dagar vitjaðu oljufeløgini Dong Energy og OMV, UK.

 

Bæði feløgini eru íðin í virkseminum vestanfyri Hetland - eystanfyri føroyska markið  - og hava framvegis loyvir til boringar í føroyska økinum.

 

- Hjá Dong Energy hittu vit Michael Smith, Managing Director og Jon Parry, Exploration Manager, UK Licences, Atlantic Margin, og hjá OMV hittu vit Martin Smith, Head of Exploration og Alexander Back, Head af Asset Development and Projects.

 

Lagt verður aftrat, at partarnir løgdu síni sjónarmið fram á fundunum. Sum tey flestu vita, er føroyaøkið hárisk øki og kemst hetta av dýpinum, basaltinum og veðurlagnum.

 

Lági oljuprísurin ríður oljufeløgunum sum ein marra, og alt bendir á, at áhugi ikki verður fyri okkara øki aftur, fyrrenn prísurin er farin nakað væl upp um 80 dollarar fyri tunnuna. Hinvegin bendir alt á, at feløgini fyrireika seg til at taka olju upp úr Rosebank brunninum í 2016, um alt gongst eftir ætlan.

 

- Chevron er fyristøðufelag, og velja teir at bjóða veitingina út, sum er mest sannlíkt, skuldi hetta verið ein møguleiki hjá føroyingum. Samanumtikið tvær gevandi vitjanir í bretska metropolinum, verður sagt á heimasíðuni hjá Runavíkar havn.