Turringur í Vestmanna

Turrveðrið, verið hevur síðan ólavsøku hevur havt við sær, at trupult er hjá vestmenningum at fáa vatn

Milliónir tons av vatni eru í byrgingunum hjá SEV omanfyri Vestmanna, men hóast hetta, er torført hjá vestmenningum at fáa nóg mikið av vatnið til húsarhaldini. Av tí, at smoltstøðir eru í vatnbyrgingunum, er ikki loyvt at nýta hetta vatnið til drekkivatn, og tá vanliga vatnveitingin nærmast er tornað upp av turringinum, ið verið hevur síðani ólavsøku, er lítið annað at gera enn at sláa seg til tols og at bíða eftir rættiligum regni. Tó so, tað hevur regnað í seinastuni, men tó ikki nóg mikið til at fylla vatngoymslurnar hjá Vestmenningum aftur.


Tikið málið í egnar hendur

Tað frættist úr Vestmanna, at fólk í Miðalsbrekku, ovalaga í bygdini, ið leingi einki vatn fingu, tóku málið í egnar hendur og løgdu eina slangu á 500 metrar í ánna, har eitt sindur av vatni rennur. Men hetta er sjálvandi bert ein fyribilsloysn, men sum tey siga, er hetta fragari enn einki vatn at hava.

Í Miðalsbrekku er eisini eitt eldrasambýli, ið hevur havt trupulleikar av, at einki vatn hevur verið. Sambært bygdaráðsformanninum í Vestmanna, Gunn Joensen, hava vestmenningar nú aftur fingið vatn.