Turriklæði ella arbeiðsloysi

Kvinnur, sum arbeiða hjá tí almenna í Tjetjenia skulu nú bera eyðkenda islamska turriklæðið um høvdið, tá tær arbeiða, ella missa tær arbeiðið Tað hevur 30 ára gamli einaveldisharrin, Ramzan Kadyrov gjørt av.

- Tað kann vera, at eg gevi ordrar til at útføra Sharia-lóg, men eg eri muslimur og eg eri stoltur av tí, segði presidenturin á tíðindafundi. - Tí vil eg fegin endurtaka: Kvinnur skulu velja ímillum at bera turriklæði ella at missa arbeiði. Tær sleppa sjálvar at velja.

Hetta fer heilt víst at geva nógvum av russisku embætismonnunum ringan smakk í munnin, men Putin hevur sjálvur valt Kadyrov, og hann fer tí væntandi ikki at tala at ætlanunum um tvangsætlaninar.