Turrari seinni í vikuni

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar at regnið fer at hæsa av.

Tó at tað verður ælingur í dag, so boðar veðurfrøðingurin frá turrari veðrið seinni í vikuni, tó at tað kanska verður ælingur týskvøldið.

 

Kuldin verður tó verandi alla vikuna. Hitin verður liggjandi millum trý og átta stig. Týsdagin, mikudagin og hósdagin verður yvirhøvur turt og sólglottar, tríggjar til 10 m/s av ymsum ættum. Fríggjadagin fer at regna aftur, samstundis sum vindurin veksur upp í skrið av eystri.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini.