Turligur Fjarðafestivalur

Tað er bara einaferð komið fyri, at tað er turt á Fjarðfestivalinum, men í ár er festivalurin aftur sloppin av við váttliga frámerki, hann hevur havt seinastu árini Inni í Kelduni í Skálafirði er Fjarðafestivalurin í gongd við fullari ferð, men hann kundi eins væl verið uttandura í ár. Hann byrjaði longu klokkan 18:30, tá Regin Jacobsen, sum gjørdist ársins leiðari, setti festivalin.

 

Síðan hava Bjartur Fonsdal Johannesen og Superhero spælt, og um lítið bil fer høvuðsnavnið á Festivalinum, Jeremy Camp á pallin.

 

Seinni í kvøld vera Credo og Humble Cry á pallinum.

 

Einasti bólkurin, ið ikki hevur verið á festivalinum fyrr er høvuðsnavnið, Jeremy Camp.

 

Portalurin fylgir festivalinum, og lesast kann um hann í mánadags Sosialinum.