Turkurin er stórur á Skála og Argjum

Í dag eigur AB síðsta møguleikan at seta kós burtur frá niðurflytingini

Tað er møguleiki fyri, at spurningurin, um tað verður leygardags fótbóltur á Argjum næsta kappingarár, verður svaraður ídag. Svarið verður heilt víst ja, um tað ikki eydnast AB at vinna á Skála.

-Vit vóru vónbrotnir eftir tapið í Fuglafirði. Skráin er torfør í fýra teimum síðstu umførunum, so nú skulu vit vinna,um vit skulu hava nakran møguleika at fáa Skála aftur, sigur AB venjarin Trygvi Mortensen.

Sørin Samuelsen er tøkur aftur eftir skaðasteðg, og Rói Danielsen er komin heim úr Danmark at hjálpa til. Karstin Højgaard og Gunnar Haraldsen eru skaddir og spæla neyvan aftur í ár.

 

Skála hevur spælt seks dystir uttan at fáa mál og stig. Úrtøkan er einki stig og málmunurin 0-15!

-Týdningarmikið er tað tó, at hugburðurin kennist vera betri, enn hann hevur verið. Vit hava fimm stig aftur til AB, og tað er upp til okkum at varðveita plássið, sigur Skála venjarin Pauli Poulsen.

Tá ið hesi bæði liðini fyrr í ár hittust á Argjum endaði tað málleyst, meðan Skála vann 1-0 á heimavølli.

Tað kemur illa við, at Pauli G. Hansen í fleiri vikur hevur verið skaðadarvaður. Jákup Johansen er tøkur aftur eftir skaðasteðg, og Fritleif í Lambanum er tøkur aftur eftir leikbann.