2. deild: NSÍ?KÍ 0?0
Klaksvíkingar komu í góðveðrinum leygardagin til Runavíkar at gera triðju royndina fyri at koma á stigatalvuna. Tað var týðuligt, at tað ráddi fyrst og fremst um hjá teimum um ikki at tapa, og tað eydnaðist. Hvørki liðið megnaði at skora mál, og tað er ein staðfesting av, at bæði hjá NSÍ og KÍ er talan um málturk á næstbesta liðnum. Í trimum dystum hevur KÍ skorað eitt mál, og NSÍ hevur ikki skorað í 180 minuttir (í fyrsta dystinum vunnu teir 4?1 á HB).
KÍ var varðið í útgangsstøðuni, og tað hevði við sær, at teir á heimaliðnum høvdu bóltin nógv. Teir høvdu eitt sindur ilt við at spæla seg til upplagdar møguleikar. Meinhard Joensen í KÍ málinum var tryggur, tá høgir bóltar komu innfyri, og tá Høgni á Lakjuni tvær ella tríggjar ferðir var leysur, eydnaðist tað honum ikki at fáa mál.
Størsta møguleikan fekk NSÍ, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Tá bríkslaði Petur Hansen fyri brotssparki, tí ein beinini vóru tikin undan einum av heimamonnunum, sum innanfyri brotsteigarsamankomingina í vinstru var á veg út úr brotsteiginum. Vongverjin í høgru, Dagfinn Olsen royndi úr ellivu metrum, KÍ málverjin tveitti seg í fulla longd til høgru fyri seg sjálvan og hálvbjargaði.
Klaksvíkingar kendu seg skerdar, tá teir komu til Runavíkar. Tað komst av, at fleiri skaðar í 1. deild høvdu havt við sær, at tað minkaði burturav betra endanum í 2. deild. Og tað gjørdist ikki betur, tá tveir av stuðulsspælarunum noyddust at taka seg burturúr. Jóhannes Færø noyddist út longu í 1. hálvleiki, og Finn Baldvinsson fór út tíðliga í 2. hálvleiki.
Hóast teir høvdu nógv fólk aftarlaga, so lá tað alla tíðina í luftini, at KÍ hevði møguleika at skora í snarálopi. Eyðun Klakstein skapti nógv við bóltinum, og Helmar Lassen hevði tveir stórar møguleikar, sum hann sendi við síðuna av og upp um málið hjá Ólavi Højgaard.
Í fjør var Kári Sigvardsen ein av stuðulsspælarunum á besta NSÍ liðnum. Tíðliga í ár varð hann skaddur. Nú er hann komin so frægt fyri seg aftur, at hann leygardagin var vongverji í vinstru á næstbesta liðnum.
Leygardagin skal KÍ, sum við javnleikinum kom á stigatalvuna, spæla í Hvalba. Higartil hevur Royn einki stig fingið. NSÍ skal ikki ferðast so langt. Teir skulu bara um Gøtueið at spæla móti GÍ.










