Áhaldandi turkur í økinum fram við ánni Yangtze hevur oyðilagt alla grøði í økinum, og myndugleikarnir siga, at umleið 34 milliónir fólk eru ávirkað av turkinum. Meiri enn fýra milliónir fólk hava trupulleikar við at fáa reint vatn at drekka, og meiri enn fimm milliónir onnur hava tørv á aðrari hjálp orsakað av turkinum.
-Tað serliga við hesum turkinum er, at hann hevur verið óvanliga drúgvur. Stór landbúnaðarøki eru oyðiløgd og grøðin somuleiðis, og fólk og fæ hava ilt við at finna nóg mikið av vatni, stendur í einari frágreiðing frá myndugleikunum.
Kinesiskir veðurfrøðingar siga, at í síðsta mánað var avfallið við Yangtze-ánna 60 prosent minni enn meðalavfallið í apríl tey seinastu 50 árini.
Yangtze er tann longsta áin í Kina og hevur sera stóran týdning fyri landsins búskap, skrivar Reuters.










