Turkur í Norðurkorea

Herviligur turkur er í Norðurkorea. Tann almenna tíðindastovan KCNA skrivar, at turkurin er tann ringasti í 50 ár, og at tað er serliga ringt har vesturi í landinum.

Tíðindastovan skrivar, at almenn starvsfólk hava fingið boð um at hjálpa við at útvega bøndrunum vatn fyri at bjarga gróðurinum. Blaðið Rodong Sunmun skrivar, at turkurin er serliga óheppin fyri teir bøndurnar, sum dyrka rís og eplir, og sum er bendir alt á, at minni kemur burturúr enn væntað.

Norðurkorea verður javnan plágað av turki og vatnflóð, og tá eingin verulig tilbúgvingarskipan er, fáa náttúruvanlukkurnar álvarssamar avleiðingar so sum hungur. Eingin veit við vissu, hvussu mangir norðurkoreanar líða hungur, men hildið verður, at fleiri hundraðtúsund fólk fáa ov lítið at eta, og at fleiri túsund doyggja í hungri á hvørjum ári.