Turkur í Klaksvík

Kommunan heitir nú á borgarar í kommununi um at vera sparin við vatnnýtsluni

Stóran part av landinum hevur veðrið verið av tí allarfagrasta seinastu vikurnar, og tað er nakað, ið hóvar fólkum flest.

Hinvegin hevur hetta eisini sínar vansar, og nú fjarðar í fleiri vatngoymslum kring landið. Eitt av hesum støðum er í Klaksvík, har kommunan nú heitir á borgararnar um at spara upp á vatnið, meðan turkurin stendur við.