ÚTISETI
Síðani hann mitt í august við tveimum málum í Parkini syrgdi fyri, at FCK varðveitti møguleikan at sleppa víðari í UEFA Cup kappingini, hevur Todi Jónsson ikki skorað mál. Tað hevur havt við sær, at hann ikki hevur fingið so nógva spælitíð frá fyrsta bríksli í superliguni. Sunnudagin vóru Peter Møllre og Jörgen Pättersson í FCK álopinum, og teir skoraðu báðir.
Mikukvøldið var Todi Jónsson á 2. liði hjá FCK. Á heimavøllinum, sum í hesum førinum var Frederiksberg stadion, spældu teir ímóti teimum næstbestu hjá AB. Hans Backe vildi hava, at Todi fekk dystarvenjing ? hann var bara á vøllinum tríggjar minuttir sunnudagin ? og so varð vónað, at Todi skuldi fáa hol á málskjótingina.
Todi spældi alla tíðina. FCK vann 3?1, men Todi var ikki millum málskjúttarnar. Fyrsta málið var brotsspark fyri hands. Tað næsta málið legði Todi upp til, og tá FCK økti til 3?1 var tað Todi, sum smekkaði ímóti málinum. Jan Hoffman, sum hevur vart málið á besta liðnum hjá AB í fleiri ár, men sum hevur verið skaddur eitt skifti, vardi málið á næstbesta liðnum hesa ferð. Hann hálvbjargaði skotinum hjá Toda, og so var ein av liðfeløgunum fyrstur á og staðfesti sigurin.
Umframt Toda Jónsson vóru fleiri aðrir av besta liðnum á 2. liði fyri at fáa dystarvenjing ? Zivkovic, Peter Christiansen, Carsten Fredgaard og Morten Bisgaard.
Seint seinnapartin sunnudagin fer FCK at spæla á útivølli ímóti OB. Hesin dysturin verður sendur beinleiðis á TV3+ rásini. Hóskvøldið í komandi viku verður seinni dysturin í UEFA Cup ímóti Djurgården spældur á Råsunda í Stokhólmi. Tann dysturin verður sendur beinleiðis á TV Danmark 1 rásini.