Turkur hóttir Somalia

Vandi er fyri, at næstan tvær milliónir fólk í eysturafrikanska landinum Somalia fara at líða hungur orsakað av áhaldandi turki.

ST sigur, at turkurin hóttir serliga fólk, sum búgva í teimum økjunum, sum islamistiskir bólkar hava ræðið á, og tað ger tað sera torført at sleppa til tey líðandi við neyðhjálp.

-Tað eru fá lond, sum hava so nógv flóttafólk innan fyri egið landamark sum Somalia, sigur Valerie Amis, sum samskipar neyðhjálpina hjá ST.

Hon sigur, at turkurin, sum hóttir stórar partar av landinum, kann gerast ein sonn vanlukka í einum landi, sum hevur nógvar trupulleikar frammanundan.