Turkur elvir til eldsvanda í Norðurjútlandi

- Verður grillin tendrað, eigur hon ikki at standa nær grasi, trøum og runnum, sigur vaktleiðarin á DMI.

 

 

Eftir at tað ikki hevur regnað leingi í Norðurjútlandi, ávarðar DMI nú um, at náttúran í fleiri økjum er ógvuliga turr, og at hetta veksur um vandan fyri eldi

Sonevnda "turkuinndeksið" hjá DMI vísir, at serliga norðasti endin av Jútlandi vantar regnvatn., og her er eldsvandin upp aftur størri enn í Jútlandi annars.

- Um ein glóð kemur út í náttúruna, er vandi fyri, at hon skjótt festir í, ávarðar veðurfrøðingurin hjá DMI, Mette Wagner, um.

Hon vísir á, at tað er ikki skilagott at blaka sigarettstumpar í náttúruna, og fólk eiga eisini at ansa eftir, um tey tendra grilina.

- Verður grillin tendrað, eigur hon ikki at standa nær grasi, trøum og runnum, sigur vaktleiðarin á Danmarks Meteorologiske Institut, Mette Wagner.