Seinnapartin fær Víkingur vitjan av B68. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey í trimum teimum fyrstu umførunum hava havt ilt við at finna vegin til meskarnar. Víkingur hevur skorað tvey mál og vunnið eitt stig, og B68 hevur skorað eitt mál og vunnið eitt stig.
Marginalirnir hava higartil ikki verið við Víkingi. Í steypadystinum ímóti Skála eydnaðist tað at vinna 2-0, og sum tíðin leið kundi málmunurin verið uppaftur størri, men tað gekk illa at umseta møguleikar til mál.
Í oyggjauppgerðini ímóti fyrrverandi Víkinga venjaranum, Jógvan Martin Olsen, og B68 í Serpugerði er heimaliðið at rokna sum greiður favorittur.
Á Toftum hevur í vikuni verið ótti fyri stórum mannfalli, men í dag sær betri út. Skjóti álopsspælarin Jónleif Højgaard og miðvallarin Evrard Blé eru tó ikki tøkir. Teir eru báðir skaddir. Ivi var um málverjan, Kristian Joensen, men hann er tøku, og tað er møguleiki fyri, at álopsspælarin Óli H. Olsen verður førur fyri at spæla.
Hjá Víkingi er vongverjin í vinstru, Dánjal Pauli Lervig, framvegis skaddur. Hans Jørgen Djurhuus er tøkur aftur eftir leikbann.