Turkiski Gandhi kann skúgva Erdogan av trúnuni

Kemal Kiliçdaroglu stríðist fyri at styrkja fólkaræðið og vil standa á odda fyri einum ikki-átrúnaðarligum stýri

 

Kemal Kilicdaroglu er samanborin við Ganghi bæði vegna persónligheit sína men eisini av útsjónd. (Arkivfoto). - Foto: Murad Sezer/Reuters

74 ára gamli Kemal Kiliçdaroglu kann møguliga gerast maðurin, ið endar tvey tíggjuáraskeið við Recep Tayyip Erdogan sum politiskum leiðara í Turkalandi.

Í øllum førum verður hann mettur at hava góðar møguleikar á valinum í Turkalandi í dag.

Her eitt sindur um fremsta avbjóðaran hjá Erdogan:

* Kemal Kiliçdaroglu er útbúgving búsksparfrøðingur og verður lýstur politiskt sum javnaðarmaður. Hann hevur verið tjóðartingslimur síðani 2002.

* Hann er formaður í týdningarmesta andstøðuflokkinum í Turkalandi, Republikanska Fólkaflokkinum, CHP, sum er miðvinstrasinnaður.

* Kilicdaroglu verður ofta nevndur sum »Gandhi Kemal« ella sum »Turkalands Gandhi« vegna mildu og róligu framferð sína og tí at hann líkist fyrrverandi indiska leiðaraum í mong ár, Mahatma Gandhi.

* Kilicdaroglu hevur sagt, at hann sum forseti fer at styrkja fólkaræðið í Turkalandi og standa á odda fyri einum verðsligum – altso einum ikki-átrúnaðarligum – stýri.

* Kilicdaroglu hoyrir til átrúnaðarleiðina alevismu, sum telur millum 15 og 20 prosent av teimum umleið 85 milliónunum í Turkalandi.

* Kilicdaroglu kjakasta vanliga ikki um átrúnað.

* Tað er ein samgonga nevnd National Alliance, sum hevur valt Kemal Kiliçdaroglu sum forsetavalevni. Í samgonguni eru seks andstøðuflokkar.

* Høvuðslyftið hjá samgonguni er at fáa Turkaland aftur til eina nýggja parlamentariska skipan. Millum annað skal forsætisráðharrastarvið setast í gildi aftur. Starvið var tikið av undir stýrinum hjá Erdogan við eini fólkaatkøvðu í 2017.

* Erdogan var forsætisráðharri frá mars 2003 til august í 2014, tá hann tók yvir forsetasessin frá Abdullah Gül.

Kkelda: Reuters.

 

 

Kemal Kilicdaroglu er samanborin við Ganghi bæði vegna persónligheit sína men eisini av útsjónd. (Arkivfoto). - Foto: Murad Sezer/Reuters