Eftir ófrið og uppreistur í fleiri dagar ymsastaðni í Turkalandi, hava mótmælisfólkini langt um leingi fingið eina lítla umbering frá forsætisráðharranum, Recep Tayyip Erdogan (myndin), og stjórn hansara.
Mótmælini í Turkalandi hótta teir dreymar, Erdogan hevur um sítt vald, heldur norski serfrøðingurin, Einar Wigen, ið starvast við universitetið í Oslo.
Stjórnin hevur lært nakað av hesum. Eitt demokrati kann ikki vera til uttan eina andstøðu, staðfesti varaforsætisráðharrin, Bülent Arinc, í gjár.
Tað var umvegis hann, at lítla umberingin kom fram, tá hann bað tey mótmælisfólk um umbering, sum høvdu verið fyri harðskapi frá politiinum. Hini, ið ikki vóru illa viðfarin, fingu tó onga umbering.










