Turkisk ferja sokkin

Minst eitt fólk druknaði, tá ein turkisk ferja sakk uttan fyri havnarbýin Bandirma Ferjan var júst farin úr Bandirma, sum er í útnyrðingspartinum av Turkalandi, tá vanlukkan hendi. Turkisku myndugleikarnir siga, at minst eitt fólk er druknað, og at umleið 20 onnur eru ikki komin afturíaftur.

Sambært myndugleikunum í Bandirma vóru minst 100 ferðafólk og 75 akfør umborð á ferjuni, tá hon sakk.

Bjargingartænastan sigur, at 80 fólk eru bjargað, og at 13 teirra eru flutt á sjúkrahús.