Keypmannahavn: Tey, sum hava ferðast í náttarlívinum í Keypmannahavn seinstu árini, og hava lagt leiðina fram við føroyska dansistaðnum Skarv, hava øll gingið fram við honum.
Hüseyin Esen hevur arbeitt sum duravørður í 15 ár – seinastu fýra árini á Skarv.
Tað eru tó tey fægstu, ið høvdu kent mannin, um hann ikki stóð júst í duraopinum á Skarv í eyðkenda myrka dýnujakkanum. Henda dagin, vit hittast til eitt prát um hann, hansara starv og um føroyingar, er hann ílatin myrkar kovboybuksur við hangireyv, reyða poloblusu og smáar ítróttarsólbrillur.
Føroyingar vísa virðing
Fýra ár á Skarv hava givið Hüseyin Esen eina serliga mynd av føroyingum, viðgongur hann blankt.
– Tað eru nakrir heilt øðrvísi gestir, sum koma á Skarv, um vit samanbera við onnur dansistøð í Keypmannahavn, greiðir Hüseyin Esen frá. Hann byrjaði sína yrkisleið sum duravørður í Albertslund, har hann hevur búð síðani hann kom úr Turkalandi til Danmarkar fyri 38 árum síðani. Seinni hevur hann arbeitt á dansistøðum inni í Keypmannahavn – stórum sum minni.
– Á Skarv koma føroyingar í øllum aldursbólkum. Har verður ikki soldað frá við dyrnar, sum tað verður nógva aðrastaðni, so einans ein ávísur bólkur sleppur inn. Tað hevur við sær, at tað eru nógv ymisk fólk, ið koma á Skarv, fortelur Hüseyin Esen, sum kortini heldur, at tað eru nakrir felagsnevnarar fyri flestu føroyingarnar, hann hevur hitt higartil.
– Føroyingar eru eitt ógvuliga fitt fólk. Teir hava virðing fyri hvørjum øðrum, og fyri fólkunum rundan um seg. Tað fyrikemur mær eisini, at føroyingar taka sær væl av hvørjum øðrum, sigur Hüseyin Esen og nevnir sum dømi, at tað er ógvuliga sjáldan, at nakar situr einsamallur eftir, avdottin í einum horni á Skarv, tá tey steingja.
– Og so ber eisini til at tosa við teir allarflestu føroyingarnar, tá okkurt er áfatt, sigur Hüseyin Esen.
Kennir seg væl millum føroyingar
Tíðin á føroyska dansistaðnum í danska høvuðsstaðnum, hevur givið Hüseyin Esen nógvar upplivingar. Millum full fólk, ið ferðast inn og út á Skarv, eru sjálvtsagt onkrir ótangar ímillum, og Hüseyin Esen hevur eisini meiri enn einaferð verið vitni til harðskap og rok inni á og uttan fyri Skarv.
– Men eg kenni meg ógvuliga væl millum føroyingar, og fái í heilum klemm frá gestunum, sum síggja út til at hava tað gott á Skarv. Tá kenni eg tað næstan sum um, at eg eri í familju við føroyingar, fortelur Hüseyin Esen.
Tosar heldur enn berjist
Sum duravørður á Skarv heldur Hüseyin Esen skil á fleiri hundrað føroyingum. Við síni bakgrund við bæði thai-boksing, wing chun og brasilianskum ju jitsu er lætt at ímynda sær, at tað eru vøddar hansara, ið loysa trupulleikarnar á Skarv, tá hesir koma.
– Tað nyttar lítið. Tí tosi eg altíð við fólk, heldur enn at hála tey í nakkan og tveita tey á dyr. Sum duravørður er tað mín uppgáva at syrgja fyri, at fólk kenna seg væl, har eg standi í dyrnum. Eg veit eisini væl, at øll kunnu hava ein ringan dag, eisini tey, sum eru komin í býin, og tá eri eg lítil hjálp, um eg ikki dugi at tosa við munninum, men bara lati vøddarnar tala. Eg skal í øllum førum ikki gera teirra dag verri við at lata meg øsa, sigur Hüseyin Esen.
Hevur úr at gera
Av røttum burdi tað annars verið rímiliga lætt at fingið sinnið í kók hjá Hüseyin Esen, so nógv sum hann hevur um oyruni. Hann starvast fulla tíð í eini svimjihøll í Glostrup, har hann er lívbjargari, umframt at hava ábyrgdina av hinum lívbjargarunum. Gerandiskvøldini brúkar hann í einum venjingarhølum í Albertslund, har hann lærir frá sær í thai-boksing, wing chun og brasilianskum ju jitsu, umframt at hann leggur fólki lag á, sum venja fitness.
Sunnunæturnar verða brúktar við dyrnar á Skarv á Pilestræde inni í Keypmannahavn, og mong leygarkvøld verða brúkt til at fyriskipa sonevndum stevnum, altso kappingum í kampsporti.
– Ja, so havi eg eisini av og á uppgávur sum lívverji, reksar Hüseyin Esen upp, tá eg at enda biðji hann endurtaka, hvat hann tókst við. Samstundis tekur hann fleiri prógv og loyvi fram, ið vísa, at Hüseyin Esen ikki bara tosar.