Gamla turkihúsið við Heygsvegin í Havn er nú tikið niður. Tað er Gundur Johannesen á Signabø, sum hevur keypt húsini og grundøkið.
Gundur sigur, at í fyrstu atløgu verður bygningurin tikin niður og javnaður við jørðina. Síðan er ætlanin at byggja okkurt slag av bústaðarbygging á økið. Hann hevur ikki tikið endaliga støðu til, nær tað verður gjørt.
Húsið varð upprunaliga bygt til innandura turking av fiski. Tíðliga í 1930-unum stovnaðu Christian Christiansen og sonurin Jógvan Christiansen P/F Hvannasund og bygdu turkihúsið á Heygnum Mikla.
Seinni tekur ein annar sonur, Debes Christiansen, yvir og rekur virkið víðari. Eftir at fiskaturkingin helt uppat miðskeiðis í 60-árunum, var heilsølan P/F Grøði har í mong ár.
Í lága bygninginum, við síðuna av turkihúsinum, var frá miðskeiðis í 60-unum verkstaðurin hjá Berg Motors og seinni fyritøkan Triv hjá Óla Mortensen.










