Turkar vilja hava meiri pengar

Amerikanskar keldur vilja vera við, at stjórnin í Washington hevur boðið Turkalandi 42 milliardir krónur í hjálp umframt 140 milliardir krónur í lánum, afturfyri at amerikanarar sleppa at nýta turkiskar herstøðir í tí ætlaða álopinum á Irak.
Turkiska stjórnin hevur loyvt amerikanarunum at nútíomansgera herstøðirnar, men stjórnin hevur tó ikki sagt beinleiðis, at støðirnar skulu nýtast í einum kríggi við Irak. Turkiskir politikarar hava víst á, at Flógvakríggið í 1991 kostaði turkiska búskapinum nógv, og tí krevja teir, at amerikanarar skulu rinda meiri enn tað, sum teir higartil hava boðið sær til at rinda.
Seinasta fríggjadag var turkiski uttanríkisráðharrin, Yasar Takis, í Washington, har hann hitti george W. Bush, forseta, men tað eydnaðist teimum ikki at semjast um, hvussu nógv Turkaland skal hava afturfyri at lata amerikanarar nýta herstøðirnar.