Turkiska Galatasary tykist nú vera eitt gott boð upp á ein nýggjan arbeiðsgevara hjá Michael Laudrup. Adnan Polat, sum gjørdist forseti í felagnum í vár, hevur fleiri ferðir sagt, at Michael Laudrup er eitt venjaranavn, sum stendur høgt á ynskilistanum. Um vikuskiftið segði forsetin við fjeppararnar hjá felagnum, at nýggi venjarin verður almannakunngjørdur týsdagin.