Fótbóltur
Fyrstimálverjin, Volkan Demirel, er leikbannaður. Tað sama er verjuspælarin Emre Asik eins og miðvallararnir báðir Arda Turan og Tuncay Sanli.
Hartil hava skaðar í hópatali rakt turkiska hópin. Í gjárkvøldið stóð greitt, at liðskiparin, Emre Belozoglu, ikki verður tøkur, og eisini eru vandamikli Nihat Kahveci, sterki Emre Gungor og verjuspælarin Servet Cetin úti við skaða. Hinvegin verður roknað við, at hálvskaddi Tumer Metin verður í hópinum, men tað er neyvan hugsingur um, at miðvallarin er førur fyri at spæla meira enn hálvan tíma.
Soleiðis eru fortreytirnar hjá turkiska landsliðsvenjaranum, Fatih Terim, nú hann fyrireikar turkiska landsliðið til hálvfinaluna móti Týsklandi í kvøld.
- Vit hava jú triðja-málverjan hjá okkum, Tolga Zengin, so kanska verði eg noyddur at brúka hann sum útispælara, segði Terim hálvgum skemtandi fyrr í vikuni. Men tó at orðini vórðu søgd í skemti, so vórðu tey tikin í álvara av onkrum av turkisku miðlunum.
Bert eftir bólkaspælið
UEFA hevur á tveimum fundum viðgjørt turkisku bønina um at fáa undantaksloyvi, soleiðis at landið kann kalla eyka spælarar inn til hópin, nú vandi er fyri, at dómaraseðilin bert fer at telja 14 spælarar til hálvfinaluna. Men í báðum førum hevur svarið verið noktandi.
- Meginreglan er, at tað er bert eftir bólkaspælið, at lond kunnu kalla eyka spælarar inn til hópin. Og hetta er ein regla, ið vit ikki eru sinnaðir at víkja frá, eru boðini, sum turkar hava fingið frá UEFA.
Og so er øsingin sjálvandi stór í Turkalandi. Fram til 1996 var als ikki loyvt at kalla eyka spælarar inn til hópin, tá endaspæli fyrst var blást ígongd. Í 1996 fekk júst Týskland tó fleiri skaðar longu í bólkaspælinum, og tá vildi UEFA víkja frá táverandi meginregluni, soleiðis at týskarar kundu styrkja sær um hópin undan knock-out partinum av endaspælinum. Eitt endaspæl, sum eisini endaði við, at júst Týskland gjørdist evropameistari. Og tí halda turkar, at øll eru ikki líka fyri lógini. Og at summi í øllum førum eru meira líka enn onnur.