Turkar noyddu sýriskt flogfar at seta seg

Eitt sýriskt flogfar, sum var á veg úr Moskva til Damaskus, fekk í gjárkvøldið boð um at seta seg á flogvøllin uttan fyri turkiska høvuðsstaðin Ankara. Orsøkin var, ar turkisku myndugleikarnir høvdu fingið ábendingar um, at flogfarið var fermt við vápnum. Turkisk jagaraflogfør fylgdu tí sýriska flogfarinum tann seinasta teinin.

-Vit fingu fregnartænastuupplýsingar um, at farmurin í flogfarinum var ikki sivilur, segði turkiski uttanrtíkisráðharrin, Ahmet Davutoglu, við tíðindastovuna Anatolia.

35 ferðafólk vóru í tí sýriska flogfarinum, og sambært turkiskum fjølmiðlum funnu myndugleikarnir "illgrunasaman farm", tá teir kannaðu tað.

Turkiski uttanríkisráðharrin sigur, at Turkaland fer at steðga øllum flogførum, sum flyta vápn til Sýrialands ígjøgnum tað turkiska loftrúmið. Hann mælir samstundis sivilum flogførum, sum flúgva til og úr Turkalandi, frá at flúgva ígjøgnum sýriskt loftrúm, tí tað er ikki trygt longur, sigur hann.