Sum væntað eydnaðist tað ikki turkum at fáa ES at áseta ein dag fyri, nær samráðingar um turkiskan limaskap í samveldinum kunnu byrja.
Anders Fogh Rasmussen, ES-formaður hevur alla tíðina sagt, at Turkalandi er ikki búgvið til at koma upp í ES, og hann og hinir ríkis- og stjórnarleiðararnir hava nú givið turkum tvey ár til at fyrireika seg til møguligar samráðingar. Í desember í 2004 fer ES so at taka støðu til, um viðurskiftini í Turkalandi eru so mikið broytt, at landið lýkur treytirnar fyri limaskapi.
Enn er langt á mál. Eitt nú er ES als ikki nøgt við mannarættindini og tær demokratisku skipanirnar í Turkalandi, og búskapurin lýkur heldur ikki treytirnar. Millum annað er inflasjónin heili 30 prosent.
Seinnapartin í gjár bendi annars alt á, at samráðingarnar um at taka tey tíggju umsøkjaralondini upp í ES vóru um at koma upp á pláss. Tá restaði bert tað seinasta viðvíkjandi Pólandi, sum framvegis strongdi á fyri at fáa meiri pengar til bøndurnar.