Turkar knýta nevan

Tað kann fara at fáa álvarssamar avleiðingar fyri Sýrialand, um sýriskar granatir framhaldandi koma inn um turkiska markið. Tað segði turkiski verjuovastin, genralurin Necdet Özel, tá hann í morgun var í býnum Akcakale, har fimm fólk doyðu av einari sýriskari granat seinasta mikudag.

-Vit hava svarað teimum sýrisku granatunum. Heldur hetta fram, fara vit at svara við meiri megi, segði generalurin.

Orðini hjá turkiska verjuovastanum fullu minni enn eitt samdøgur eftir, at NATO-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, segði, at verjusamgongan hevur ætlanir um at verja Turkaland, um tað gerst neyðugt.