Undan hálvfinaluni móti Týsklandi er Turkaland hart rakt av skaðum og leikbannum. Ardu Turan, Volkan Demirel, Emre Asik og Tuncay Sanli eru allir leikbannaðir, og heilt víst tykist eisini, at Nihat og Emre Gungor eru úti við skaða. Hartil eru Servet Cetin, Tumer Metin og Emre Belozoglu ivasamir, og tí hevur turkiska fótbóltssambandið biðið um undantaksloyvi at fáa nýggjar spælarar í hópin. Men hetta sleppa teir ikki. - Nýggjar úttøkur eru bert loyvdar beint eftir bólkaspælið, og vit ætla ikki at broyta hetta, sigur UEFA-talsmaðurin, Wiliam Gaillard, við týska Kicker.
Tíðindi