Turkaland vil sleppa at gera innrás í Irak

Turkiski herurin vil sleppa inn í Irak eftir kurdiskum uppreistrarmonnum.

Ovastin fyri turkiska stjórnarherinum, generalurin Yasar Buyukamit, hevur biðið stjórnina í Ankara um loyvi at senda sínar hermenn inn um irakska markið, so herurin kann taka teir kurdisku uppreistrarmenninar, sum fjala seg í Irak.

-Ein slík innrás er neyðug, segði generalurin á tíðindafundi í gjár.

USA og irakska stjórnin hava víst hugskotinum hjá turkiska herovastanum frá sær, men í seinastuni hevur turksiki forsætisráðharrin, Tayyip Erdogan, hert trýstið á altjóða samfelagið fyri at fáa tað at góðtaka, at Turkaland sendir hermenn inn í Norðurirak. Mánadagin kravdi stjórnin í Ankara, at amerikanararnir og irakska stjórninm skulu herða tiltøkini ímóti kurdiska felagsskapinum PKK.

Amerikanararnir hava fyrr ávarað Turkaland ímóti at gera innrás í Norðurírak. Amerikanska herleiðslan sigur, at hennara hermenn í Irak hava nóg mið at gera, sum er.