Turkaland hevur sagt ja til at góðkenna Svøríki sum lim í Nato. Tað sigur Nato aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á tíðindafundi í Vilnius.
– Hetta er ein søguligur dagur, tí vit hava eini greið boð frá Turkalandi um, at tey vilja tryggja eina góðkenning í turkiska tjóðartinginum.
– Og vit hava eitt lyft frá Svøríki um at styrkja átøkini ímóti yvirgangi, sigur Jens Stoltenberg.
Hann vil ikki seta tíð á, nær turkiska tjóðartingið fer at samtykkja limaskapin.
– Eg havi sjálvur verið tinglimur, so eg veit, at tjóðarting hava sínar egnu tíðarætlanir, tey arbeiða eftir. Turkiski forsetin sigur, at hann fer at arbeiða fyri at fremja góðkenningina skjótast gjørligt. Men tað er í síðsta enda upp til tjóðartingið, nær tað hendur, sigur Jens Stoltenberg.
Harvið má Svøríki bíða eitt sindur enn, til landið gerst fullgildugur limur í Nato og harvið fevnt av »grein 5« hjá Nato. Tað er tann greinin, sum gevur beinleiðis hernaðarhjálp frá Nato, um landið verður álopið.
Svøríki manglar eisini eina góðkenning frá tjóðartinginum í Ungarn. Roknað verður við, at tað verður gjørt, nú avtalan við Turkaland er komin upp á pláss, sigur Stoltenberg.
– Ungarn hevur boðað frá,a t tey ikki vilja vera tað síðsta landið, sum góðkennir Svøríki. Og nú hevur Turkaland gjørt greitt, at tey vilja góðkenna. So eg haldi, at tann trupulleikin veðrur loystur, sigur Jens Stoltenberg.
Sum partur í avtaluni við Turkaland og Svøríki vil Nato harumframt peika út ein nýggja anti-yvirgangssamskipara. Atfinningarnar hjá Turkalandi ímóti Svøríki hava serliga snúð seg um, at Svøríki eftir fatinini hjá Turkalandi ikki ger nóg mikið fyri at stríðast í móti yvirgangi.
Tað merkir sambært Turkalandi kurdiski arbeiðaraflokkurin, PKK, sum bæði er á yvirgangslistanum hjá ES og USA.
/ritzau/